Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ótrúligi Edward Fuglø

Oliver Joensen

Í dag var fernisering á Gamla Seglhúsinum. Tað var okkara kendi og høgt metti listamaður Edward Fuglø, ið sýndi fram. 

Skal eg siga tað stutt, so var eg so ovfarin av listaframsýning hansara í dag, at í mínari verð haldi eg ikki at nøkur onnur listaframsýning eg havi verið til, og tær eru nógvar, hava gjørt nakað slíkt við meg, sum hendan hjá Edwardi gjørdi. Orsakað tit allir hinir. Eg havi eisini sæð Monu Lisu, so tit eru ikki so vánaligir hóast alt. Men Edward. Hetta var ein uppiving fyri meg av eini heilt aðrari dimensión.

Her skal ikki nakað ummæli koma, tí tað eri eg ikki førur fyri, men eg helt, at eg skuldi singja við mínum nevið um tað eg upplivdi í dag.

Og so Relikvium – Ja, hvat skal man siga – Ein uppseting niðri í kjallaranum á Gamla Seglhúsinum. Ein uppseting av gomlum tingum, sum vit onnur valla høvdu fingið eygað á ímillum annað órudd. Eg eri ikki førur fyri at greiða frá tí, kanska fært tú lesarin eitthvørt burturúr myndunum niðanfiri. Reivvium var ein transparent pláta har Edward hevði hongt ymiskt. Eitt gamalt dukkuhøvd við trimum skeljum, (trýeiningheitin) Ein stavnur við einum litfagrum bandi (ørkin og ælabogin) Ein steinur (hann kasti fyrsta steinin. og so fram samanlagt ein mynd ið tú kanst lesa úr alt lív títt, bara hugflogið setur mørk.

Hugflogið hjá Edwardi sýnist ongi mørk at hava yvirhøvur.