Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ótrúligir amerikumenn

Txt og mynd: Oliver

Nú um dagarnar visti útvarpið at siga, at úr Amerika fóru helst at koma krøv um, at skulu vit selja teimum laksavørur “Over there”, so skuldu vit ikki skjóta ein einasta kóp, ið ger seg inn á aliringarnar á føroyska havumvhørvinum.

Landsstýrismaðurin í alimálum tóktist eisini undirbrotligur og tosaði um gyrðingar og annað, sum alifeløgini fóru at vera noydd at seta rundanum ella á aliringar.

Í fyrstu atløgu ljóðar hetta kanska tilforladiligt. Men við nærri hugsan, kann ein ikki annað enn undrast. Í Amerika hevur nevniliga verið kjak um vápnalógina. Hóast miðlar hava verið á tremur av syrgisøgum, har borgarar í júst USA hava skotið skúlabørn til deyðis, so hava teir “har yviri” ikki kunna einst um at skerja vápnalógina.

Ein kann næstan taka samanum og hugsa, at teir hava hug at vera betur við súgdjórini, enn við egnu borgarar sínar.

Samstundis, sum útvarpið er við tíðindunum um nýggja lóg, so er frammi í donskum miðlum, at neyðugt er at skjóta kóp fyri at halda stovnin niðri.

Vit skulu sjálvandi hava eina so burðardygga vinnu sum yvir høvur gjørligt. Men tað kann ikki annað enn undra at slík krøv koma frá júst USA.

 

 

Oliver