Fyri stuttum skrivaði ein av kendu journalistunum í sjónvarpinum eina grein í høvuðsstaðarpressuni undir yvirskriftini "Klaksvíkingar vaknaðir við kaldan dreym".
Tá tosað verður um at byggja landið upp og at gera nakað uttanfyri molan í Havn, so eru tað júst slíkum tápuligum og veruleikafjarum grundgevingum sum tey, ið búgva uttanfyri Havnina eru upp ímóti.
Millum annað nemur greinskrivarin við tað, at vit ikki skulu góðtaka, at landið er samansett av oyggjum, og rør frammiundir at peningurin heldur skuldi verið brúktur til landssjúkrahúsið enn at gera tunnil um Lorvíksfjørð og møguliga í eini framtíð til Sandoyar. Tað sær út sum um "journalisturin" heldur, at havnargøtur frá skaparins hond vóru lagdar við asfalti, tí hon dugir ikki at síggja nakran annan møguleika fyri at útvega pening til sítt egna sjúkrahús.
Hvat nú um vit í útjaðaranum sluppu at velja, um vit vildu lurta eftir útvarpinum ella at síggja sjónvarp? Væl kundi verið um vit tá fingu eina áheitan, at peningurin hjá teimum, sum ikki vildu gjalda fyri eitt kort til svf ella Úf kundi verið nýttur til onnur endamál.
Løgið, tá ein slíkur journalistur á einum støði, sum vit hildu Katrina vera ongar sum helst sparingar er før fyri at finna júst í høvuðsstaðnum, har bróðurparturin av landsins fíggjarlóg verður brúktur.
Áhugavert er eisini at greinin stendur í Sosialinum júst um somu tíð sum nýggja flaggskipið í føroyska skipaflotanum absolutt skal leggja at við gongugøtuna í Havn. Ein havn, sum av náttúrunar ávum var eitt brimpláss, men sum høvuðsstaðarfólk hava brúkt hundratals milliónir frá føroyingum uttanfyri Havnina til at verja eitt nú Vágsbotn ímóti brimi.
Tað er eins umráðandi at vit hava ein góðan infrastruktur her á klettunum, sum tað er at vit hava gott samband við útheimin ígjøgnum Norrønu og Atlantic Airways.




