Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ótrúligt sum Sjómannadagskokkarnir fáa burturúr

Oliver Joensen

Her er ein heilt ótrúliga góð portión av saltfiski frá Gadus. Kokkarnir gera mat til 4.000 fólk. Norðlýsið var á kokkaskúlanum í morgun. Har var nógv fólk og nógvir kokkar. Stákanin var ógvuslig, stórar grýtur við fiskasuppu stóðu úti á. Toskarhøvdini sóu út til at hugna sær í soðnum.

Vilja tit hava ein smakk: Tað segði knappliga ein kokkur, og tey fóru at gera eina portión til okkara. Hetta verður hátturin serverað verður á á Sjómannadegnum – eitt lítið fitt bikar, har tú kanst sansa og smakka. Vit royndu so bert eitt slag, tað var saltfiskur við morli av eplum og røtum, afturvið var súltaður reyðleykur og fiskakips, framleitt úr fiskaskræðu.

Eg kann ráða øllum til at royna hetta, tí hetta smakkaði framúr – kanska var eg serliga ovfarin av kipsinum, ið var gjørt úr fiskaskræðu, tað smakkaði simpulthen “himmalskt”

Kokkarnir ið standa fyri eru stjórin á Kokkaskúlanum, Kenneth Thorhaug, afturat sær hevur hann næmingar og so teir báðar stjørnukokkarnir Árna Muller og Jóan Peter Petersen, seinni er kendur sjónvarpskokkur av Sandi.

—-

Brot úr Sjómannadagsskránni:

Kl. 13.30 – 16.00

FØROYA STØRSTA OG ÁTILIGASTA FISKABUFFE

VIÐ ØLLUM GÓÐUM ÚR HAVINUM

Stór ókeypis FISKA-Buffe.

Makrelur – svartkalvi – sild – havtaska – toskur – hýsa – kalvi – rækjur – laksur – fiskasúpan – rækjur – skrubbur – grind/spik – eplir & grønt …. OG ANNAÐ MANGT.

Menn hagreiða fisk og flekja.

Tari – grønmeti úr sjóvnum.

Á Sjómannadegnum hevur tú møguleika fyri at sansa smakkin av tara og læra, hvussu lættliga tú kanst brúka grønmeti í sjónum í matgerðini.

Húsarhaldsskúli Føroya saman við Leif Sørensen bjóða spennandi smakki royndir við Tara

ALT FØROYSKT OG ALT ÓKEYPIS.


Sí alla skránna fyri Føroya Sjómannadag trýst her >>