Tá kappróðrarfólkið kom aftur av væleydnaðari stevnu í Miðvági í dag, varð skipað fyri stórari móttøku í KRF Neystinum. Tey bæði Sonja og Eyðun Kjølbro, skipaðu í regni og vindi fyri rekkjukoyring longu tá kappróðrarbátarnir og fólkið var komið ígjøgnum Norðoyatunnilin.
Síðani bleiv koyrt ígjøgnum býin og málið var stóra titakið í KRF Neystinum, har serverað varð við suppu, kaffi og køkum til øll, sum vórðu møtt at heilsa uppá róðrarfókið. Høvið var her eisini hjá rógvarunum at síggja KVF sendingina, tey høvdu verið statistar til fyrr um dagin.
Ein sera viðkomandi sosial løta hjá rógvarum, áskoðarum og stuðlum.




























































