Elsebeth Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna hevur sett landsstýrismanninum í vinnumálum, Jóhan Dahl, fyrispurning um ætlaðu miðsavnanina hjá Bakkafrost av krivjingini. Orsøkin er óttin fyri at økini har alingin fer fram, lítlan ágóða fáa av arbeiðisplássunum og harafturat smittuvandin av at allur alifiskur verður fluttur til eitt og sama øki. Vit prenta fyrispurningin hjá Elsebeth Gunnleygsdóttur niðanfyri.
Skrivligur fyrispurningur tillandsstýrismannin í vinnumálum Jóhan Dahl.
1: Tekur landsstýrismaðurin undir við ætlanumhjá Bakkafrost at miðsavna alt virksemið á einum stað?
2: Tekur landsstýrismaðurin undir við, at allur livandialifiskur verður fluttur til eina og somu sláturmiðstøð.
3: Kann landsstýrismaðurin vátta, at tað erein gongd leið at seta treytur við aliloyvini, sum tryggja ávíst virksemi íøkinum har sum fiskurin veksur.
4: Tekur landsstýrismaðurin undir við, viðlóggávu at geva kommunum heimild til at taka gjald frá
alifyritøkum fyri brúk av aliøkjum.
Viðmerkingar:
Aftaná, at Bakkafrost hevur boðað børsinumfrá, at teir ætla at miðsavna alt virksemið á einum stað, er neyðugt hjápolitisku skipani, at taka støðu til, hvussu virksemið hjá alingini hjá Føroyumskal skipast.
Almenna hugsanin hevur higartil verið, at taðeru ali og fiskivinnan, sum skulu skapa arbeiðspláss kring landið.
Um arbeiðsplássini í fiski og alivinnuni verðaflutt úr Norðoyggjum, steðgar tað allari menning av økinum. Stóru fyritøkurnar,sum sleppa at brúka firðir og sund, eiga at hava ein samfelagsskyldu til atsyrgja fyri, at arbeiðspláss verða verandi kring landið.
Øll minnast tá alivinnan var fyri stórariafturgongd orsaka av sjúku, og tí má alt gerast fyri, at slíkt ikki endurtekurseg.
Alivinnan hevur ment seg til tað hon er ídag aftaná, at vit hava innført strangteftirlit og tí kann spurningtekin setast við, um tað er rætt at flyta livandifisk sjóvegis millum øll aliøkini í Føroyum.
Táið sami brunnbátur skal føra allan fisk úrøllum aliøkjum eru sannlíkindi fyri, at møgulig smitta kann førast ímillumalibrúkini.
Kommunurnar kring landið hava við sínum átøkumviðvirkað til tað menning, sum hevur verið í alivinnuni seinastu árini, har vitkunnu kalla okkum heimsins bestu alarar.
Tí er tað hugstoytt, at hoyra at teir sumstanda fyri alingini velja at síggja burtur frá teirri vælvild kommunurnar havavíst og miðsavna alt virksemið á einum stað.




