Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ov fáir egnarar á Stongunum

Oliver Joensen

 Bátarnir hava allir fiska væl í dag, og veðurmaður okkara Hanus Kjølbro, boðar frá góðveðri nakrar dagar afturat, so væntast kann helst at fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum verður hampuligur eisini tí at streymurin verður góður hesa vikuna. 

MEN okkum tørvar fleiri egnarar verður sagt í egningarskúrunum á Stongunum. Tað stendur á at fáa reiðskapin hjá bátunum egndan. Um onkur er, sum hevur hug at forvinna sær nakrar krónur, ella, sum bara hevur hug at rætta eina hjálpandi hond, so er hann vælkomin á Stendurnar at egna, tað siga egnararnir á Stongunum.