Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ov nógv hvít hús í klaksvík!

Rasmus S. Biskopstø

Ætlanin við hesum tíðindabrævinum er ikki at taka nakað frá tí einstaka væl málaða húsinum í Klaksvík, men einans at hugleiða um, hvussu vit í felag kunnu skapa ein vakrari og litríkari bý.

Ætlanin við hesum tíðindabrævinum er ikki at taka nakað frá tí einstaka væl málaða húsinum í Klaksvík, men einans at hugleiða um, hvussu vit í felag kunnu skapa ein vakrari og litríkari bý.

Eg eri greiður yvir og viðgangi beinavegin, at júst hvat ið ein heldur er vakurt altíð vil verða ein subjektivur spurningur. Men í mínum heimstaði tykjast øgiliga nógvir húseigarar at verða samdir um, at tað er tann hvíti liturin, sum klæðir best hús teirra.

Onki er galið við hvítum í sær sjálvum. Tað eru nógv vøkur hvít húsí Klaksvík og nøkur av teimum fagrastu byggilistarligu meistarverunum í heiminum eru hvítir bygningar. Hvítt er ein klassiskur litur, sum vit í vesturheiminum oftani seta í samband við meinloysi, vón, tað góða, ljósa og rættvísa.
Liturin klæðir eisini vøkru miðalhavsbygdirnar í Santorini og Kreta. San Francisco, ein tann kendasti býurin í Amerika, hevur ognað sær eyknevnið ”The White City” fyri síni mongu hvítu hús.

Men Klaksvík liggur ikki á Santorini ella við amerikonsku vesturstrondini. Klaksvík er ein býur á Borðoynni, og í Føroyum hava vit ein aldargamlan byggilistarligan arv, sum byggir á fjálgar og litfagrar býlingar, sum gløgga gestsins eygað hevur alstóra virðing fyri. Hvítt kann eisini vera ein kaldur og sterilur litur, ið stendur beinleiðis í andsøgn til heitu og litríku føroyska byggilistina, ið landið er vorðið gitið fyri.

Orsøkin til litríka arvin er helst tann, at føroyingar, eisini klaksvíkingar, eru vælsignaðir við einari ognarskattfríari tilveru og hava tískil havt so at siga fult fræslið til at gera við grundstykkið og hús teirra, sum einum lystir. Spurningurin er, um klaksvíkingar hugsa serliga kreativt, tí í fleiri grannaløgum eru mestum øll húsini hvít.

Tí havi eg henda boðskap til húseigarar, sum seta frítið og pengar av til at mála húsini: Lítið rundanum hús tykkara og havið samlaðu býarmyndina í huga og málið síðani húsið ein vakran lit, ið ikki er yvirumboðaður í grannalagnum. Hetta fer við tíðini at fríðka um samlaðu býarmyndina í Klaksvík og endurskapa tað einastandandi serføroyska huglagið!

Sí myndirnar niðanfyri og dømi sjálvi, um ov nógv hús í Klaksvík eru vorðin hvít.

Á hvítusunnu 2014


Rasmus S. Biskopstø