Magnus Arge, formaður í Klaksvíkar Handilsfelag, sigur at tað er harmiligt at partur av limunum í Handilsfelagnum ikki luttaka í átøkum sum felagið skipar fyri.
– Klaksvíkar Handilsfelag boðaði til fundar har vit sendu innbjóðingar til handlar, virkir, feløg og samkomur, men einans 14 fólk møttu. Ætlanin var at fáa eitt kjak um hvussu vit m.a. gera tunnilsdagarnar enn meira áhugaverdar – men av tí at so fá møttu til fundar spurdist einki burtur úr.
– Tað eru ov nógv handilsfólk, sum halda at tingini henda av sær sjálvum og tað er sera spell.
– Tað er umráðandi at vit alla tíðina arbeiða frameftir og byggja uppá tað, sum vit hava bygt upp síðan Norðoyatunnilin gjørdist veruleiki. Men tað vísir seg altíð at hanga á somu persónum.
– Í samband við tunnilsdagarnar hava vit givið eitt blað út í hvørt hús í landinum fyri at lýsa hvat gongur fyri seg í Klaksvík, tá ókeypis er at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin og ætlanin var ongantíð at hetta skuldi verða eitt bleinleiðis tilboðsblað.
Formaðurin í Handilsfelagnum, sigur at áhugin millum fólk fyri tunnilsdegnum er stórur og hóast veðrið altíð hevur nógv at siga so er nógv fólk vantandi til Klaksvíkar leygardagin.




