Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óvanliga heitt í Grønlandi

Helgi Abrahamsen

Nógvastaðni í Grønlandi fór hitin í gjár uppum 17 stig, og tað er ógvuliga nær við at vera met fyri apríl mánaða. Mesti hiti varð máldur í Kangerlussuaq, har hitamátararnir vístu 17,8 stig. Hetta eru bara 0,2 stig lægri enn mesti hiti sum nakrantíð er máldur í Grønlandi í apríl.

Orsøkin til nógva hitan sigst vera eitt serligt veðurfyribrigdi, har lýggjur fjallavindur tekur vætua úr luftini og fær hana at hitna. Men hesin vindurin merktist eisini í aðrar mátar. Í Nuuk vórðu sterkar hvirlur, sum vórðu máldar heilt uppí 39,6 metrar um sekundið

Mesti hiti sum er máldur í Grønlandi í apríl, var í Narsarsuaq í Suðurgrønlandi tann 22. apríl 1999, tá 18 stig vórðu máld. Mesti hiti nakrantíð í Grønlandi varð máldur 30. juli 2013. Tá vórðu máld 25,9 stig.