Norðlýsið skilir, at Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumálaráðharri, hevur biðið løgmann um at verða loystur úr starvi fyri at kunna atkvøða á tingi í dag. Sum tað frættist, hevur løgmaður svarað noktandi. Tíðindini eru enn ikki váttað.
Løgmaður kann annars ikki forða einum landsstýrisfólki í at fara úr starvi, tí sambært Stýrisskipanarlógini skulu tey landsstýrisfólk, ið biðja um tað, verða loyst úr starvi.
Men løgmaður kann nokta at seta tey í starv aftur, og tað ger hann yvirfyri Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard. Møguliga tað er har, hundurin er grivin. Hetta eru sum sagt enn bert leysatíðindi, og tað skal takast við øllum hugsandi fyrivarnum.



