Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ove Flindt Bjerg, møguligur venjari hjá KÍ

Oliver Joensen

Tá formaðurin í KÍ, Gestur Hovgaard ídag kom aftur av uttanlandaferð, var Ove Flindt Bjerg saman við KÍ formanninum

Ove Flindt Bjerg er kendur í donskum fótbóltshøpi, tað var hann, sum í 1976 skoraði sigursmálið á danska landsliðini í dystinum ímóti Svøríki, tá danir vunnu 2-1 á grannunum. Hetta var fyrsta ferðin at danska landsliðið vann á Svøríki í heili 39 ár.
Sum Norðlýsið skilir, so er Ove Flindt Bjerg ein av teimum møguligu venjarunum, sum KÍ hevur samráðingar við í hesum døgum, og helst er sáttmáli komin nakað nær, tá hann kemur til Klaksvíkar at hyggja eftir umstøðunum.
Hvussu tætt ´KÍ heldur um tíðindini um venjaraspurningin vita vit ikki, men tað hevur ligið á ljóðið at KÌ á Sølustevnuni, sum er hetta vikuskiftið skuldi kunna áskoðarar og viðhaldsfólk um hvør bleiv venjari komandi ár, so møguliga er hetta maðurin, hvør veit.



Á heimasíðuni hjá Danska fótbóltssambandinum, DBU,
eru hesir upplýsingar at finna um Ove Flindt Bjerg:


 


Føddur:


21. juli 1948


 


AAB


5 dystir


 


Karlsruher SC


10 dystir


 


A-landsliðið


18 dystir


1 mál, 6 sigrar, 3 javnleikir, 9 tap.


Málmunur 21-20


 


7/7-1970


Ísland – Danmark 0-0


Útskiftur 75. minutti


25/9-1974


Danmark – Skotland 0-1


EM-undankapping



12/10-1975


Spanien – Danmark 2-0


EM-undankapping



11/5-1976


Svøríkið – Danmark 1-2


Skoraði 1 mál


25/8-1976


Danmark – Norra 3-0


1/9-1976


Danmark – Frankarríkið 1-1


22/9-1976


Danmark – Italien 0-1


Útskiftur í 78. minutti


27/10-1976


Danmark – Cypern 5-0


HM-undankapping


17/11-1976


Portugal – Danmark 1-0


Útskiftur 55. minutti


1/5-1977


Danmark – Polen 1-2


16/8-1978


Danmark – Svøríkið 2-1


Innskiftur í 73. minutti


25/10-1978


Norðurírland – Danmark 2-1


EM-undankapping



29/8-1978


Finland – Danmark 0-0



12/9-1979


England – Danmark 1-0


EM-undankapping


Innskiftur í 80. minutti



Heimasíðan hjá AAB hevur hesar upplýsingar um Ova 



Sum leikari í hesum feløgum:


Vejgaard
Swarowski Innsbruck
AaB
Karlsruhe
San Jose Earthquakers
Vöest Linz
Nørresundby

Sum venjari í hesum feløgum:


Urawa Red Diamonds
Bregenz

Ítróttarstjóri
í FC Tirol, 1998


Heimasíðan hjá AAB (www.aalborg-bk.dk) skrivar um Ole:
»Ove var en del af AaB’s succesrige ynglingedanmarksmestre fra 1966 hvor han scorede sejrsmålet i finalen mod Frem. Kom hurtigt på divisionsholdet, og gjorde sig bemærket som en hidsig og energisk venstre wing. Havde sin bedste sæson i AaB i 1969 med bronze som resultat, og forsvandt til østrigsk og tysk fodbold, hvor det blev til adskillige titler.
Ove Flindt Bjerg blev verdenskendt i Danmark, da han scorede sejrsmålet mod Sverige i 2-1-sejren i 1978, og sluttede karrieren som 38-årig i den bedste række for AaB i 1987.
Året forinden havde han været styrmanden på holdet, der bragte AaB tilbage i den bedste række, og han markerede sig i sin 20 år lange seniorkarriere først som en individualist på venstre fløj, senere som samlingspunkt og erfaren støtte til unge såpillere på midtbanen.
Er bosat i Østrig hvor han har haft pæn succes som manager i Bregenz.«


 


Eisini ber til at lesa eina longri grein um Ova á hesari adressuni:


www.aalborg-bk.dk/Historie/Oldtimers/B/Bjerg_ove_flindt/020507-Ove_Flindt_Bjerg.article