Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ove Nysted til B36

Norðlýsið

Sterki klaksvíkingurin fer í hvítt

B36 hevur skrivað undir eitt-ára sáttmála við sterka klaksvíkingin Ova Nysted, sum seinastu árini hevur spælt á besta liðnum hjá KÍ.

Ove er stórur og sterkur spælari við sera góðum høvuðspæli, sum fyrst og fremst er miðverji, men sum eisini er sera vandamikil, tá hann fer fram við í álop, ella spælir sum beinleiðis miðframherji.

Við sínum kropsligu og teknisku eginleikum vænta vit, at Ove fer at styrkja B36-hópin og tilføra liðnum heilt nýggjar møguleikar í m.a. deyðbóltsstøðum, har úrslitini seinastu árini helst hava verið í lakara lagi.

Vit ynskja Ova Nysted hjartaliga vælkomnum í B36 og gleða okkum til at síggja hann í hvíta búnanum.

kelda: www.b36.fo