Áskoðan frá Foreldrafelagnum Heim & Skúli
Foreldrafelagið Heim & Skúli er ørkymlað av útmeldingum um komandi Landsroyndirnar, sum koma fram alment og frá skúlum í løtuni.
Í tíðindunum í Útvarpinum á middegi í dag, setir ein skúlaleiðari orð á órógvið kring fyrireikingarnar av Landsroyndunum. Frá lærarum og næmingum, sum hava vant við talgildum royndum seinastu vikurnar, eru eisini nógvir spurningar og ivamál reist.
Óvissan kring komandi royndirnar breiðir seg til næmingarnar, sum skulu til skúlaroyndir fyri fyrstu og aðru ferð í lívinum, og vandi er fyri, at tey fáa eina vána uppliving.
Vit kunnu als ikki góðtaka, at børn okkara skulu fara so ótrygg til kravdar royndir. Tað er av alstórum týdningi, at næmingarnir kenna seg tryggar við tað, sum skal fara fram í samband við royndir og próvtøkur. Er fyrsta upplivingin ikki góð, kann hetta koma at seta spor í mong ár.
Felagið vísti í heyst á, at tað hevði alstóran týdning, at Mentamálaráðið í góðari tíð tryggjaði sær, at skipanin við talgildum royndum virkar til fulnar. Útfrá tí, sum kemur fram í løtuni, tykist ikki, sum hetta er gjørt.
Høvuðsendamálið við Landsroyndunum er at kanna eftir, hvussu fakliga stigið hjá flokkunum og næmingunum er í nøkrum lærugreinum og samanbera úrslitini við undanfarin ár fyri at síggja, hvønn veg tað ber. Eru ov nógvir tøkniligir ella aðrir praktiskir trupulleikar við Landsroyndini 2014, kann úrslitið ikki samanberast við undanfarin ár, og royndin hjá næmingunum hevur tá verið til onga nyttu. Hetta er eftir okkara tykki spill av orku hjá øllum pørtum og beinleiðis skaðiligt fyri hugin og viljan hjá næmingum at fara til roynd aftur.
Vit meta tað vera sera álvarsamt, at tað bert fáar dagar undan Landsroyndunum enn valdar stór óvissa um, hvørt hesar royndir kunnu haldast forsvarliga.
Foreldrafelagið Heim & Skúli metir, at um ikki Mentamálaráðið og skúlaleiðslurnar kunnu veita vissu fyri, at skipanin er væl gjøgnumroynd og virkar í øllum liðum, so eiga royndirnar at verða útsettar, til allir partar kunnu hava álit á, at landsroyndirnar virka, sum tær skulu.
Víst verður tilskriv, sum felagið sendi út í heyst




