”Tá SAS í vár ferð undir regluliga rutuflúgving millum Føroyar og Keypmannahavn, verður ein grundleggjandi støða broytt í mun til, tá avtalan varð gjørd.” Tað sigur Kappingareftirlitið
”Tá SAS í vár ferð undir regluliga rutuflúgving millum Føroyar og Keypmannahavn, verður ein grundleggjandi støða broytt í mun til, tá avtalan varð gjørd.” Tað sigur Kappingareftirlitið í svari til spurning frá Norðlýsinum viðvíkjandi eini samstarvsavtalu millum Sjúkrahúsverkið og Atlantic Airways.
Avtalan, sum fekk gildi frá 1. Januar 2010, hevði við sær, at føroysku ferðaskrivstovurnar ikki longur skuldu veita Sjúrahúsverkinum tænastur. Nú skuldu allar bíleggingar hjá sjúkrahúsunum harafturímóti verða gjørdar umvegis ein samstarvspersón hjá Atlantic Airways, sum skuldi sita á sjúklingaskrivstovuni á Landssjúkrahúsinum. Eisini skuldi hesin taka sær av øllum tænastuferðum hjá starvsfólkum innan sjúkrahúsverkið.
Kappingarráðið viðgjørdi málið í november 2010, men metti tá ikki, at avtalan avmarkaði kappingina, millum annað tí at eingin verulig kapping var um hesar bíleggingarnar.
“Men komandi vár verður aftur kapping á økinum, og tí verður ein onnur støða galdandi,” sigur Kappingarráðið. Ráðið kann tó ikki siga í løtuni, hvør avleiðingin av tí verður fyri keyp av flogferðaseðlum til sjúkrahúsverkið.




