Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ovtók seg fyri at fáa sigurin til Klaksvíking

Jákup Ósá

Bátsformaðurin á Klaksvíkingi mátti ein túr á landssjúkrahúsið eftir dramatiska róðurin í Hósvík í gjárkvøldið.

Tað merktist í Hósvík, at hetta var ein óvanligur róður, har fáir hvíludagar vóru frá síðsta róðrinum. Eingin rógvari hevði neyvan roynt áður, at bara fýra dagar eru ímillum FM róðrarnar. Rógvararnir løgdu helst minst líka nógv ella meir fyri enn vanligt, men eftir róðrarnar vóru fleiri rógvarar púra fyrilagstir. Helst eisini av tí, at flestu róðrarnir vóru sera spennandi. Summir spýðu, summir løgdu seg á bryggjuna og fleiri kláraðu illa nokk at ganga. Tann sum kanska var ringast fyri var bátsformaðurin umborð á Klaksvíkingi, Magnus Michalsen. Hann var tó ikki so illað fyri, at hann ikki fekk tosað við Norðlýsið eftir róðurin. Les samrøðuna HER. Men heilsustøðan var vánalig og seinni kom sjúkrabilurin eftir honum fyri ikki at taka nakrar møguleikar. Sambært in.fo hevur hann tað gott nú og fer at venja við Klaksvíkingi longu aftur í kvøld. Hann bleiv væl kannaður á landssjúkrahúsinum og alt var í lagi. Niðurstøðan var, at hann hevði ovtikið seg, skrivar in.fo.

Klaksvíkingur var óvanliga hart kroystur hendan róðurin í mun til hinar báðar róðrarnar, har hann lá á odda nærum allan teinin. Einu løtuna í miðróðrinum lá Klaksvíkingur á 3. plássi. Leygardagin er aftur FM kappróður, tá Varmakelda er í Fuglafirði. Spenningurin hjá 10-mannaførunum er øgiligur, tí í gjárkvøldið var bara ein bátslongd frá fremsta til aftasta bátin.

Róðurin hjá 10-mannaførum í gjár kann síggjast HER

Harleyfacadeacryl