Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ovurnýtsla er rættiliga vanlig

John William Joensen

Norðlýsið hevur kanna málsøkini hjá sitandi landsstýrið og eisini hugt eftir tíðarskeiðum tá nakrir av andstøðuleiðarunum hava sitið í landsstýrinum. Øll sum vit hava kannað hava umsitið stovnar sum hava havt ovurnýtslu. Landsstýrismálanevndin staðfestir at ovurnýtsla er brot á stýrisskipanarlógina – tí pengar tá verða brúktir sum eingin játtan er fyri. Men samstundis staðfestir nevndin at landsstýrismaðurin IKKI hevur brotið lóg um ábyrgd landsstýrismanna tí hann hevur sett tiltøk í verk og roynt at gjørt nakað við málið.

Norðlýsið hevur kanna málsøkini hjá sitandi landsstýrið ogeisini hugt eftir tíðarskeiðum tá nakrir av dagsins andstøðuleiðarunum hava sitið ílandsstýrinum. Øll sum vit hava kannað hava umsitið stovnar sum hava havtovurnýtslu. Landsstýrismálanevndin staðfestir at ovurnýtsla er brot ástýrisskipanarlógina – tí pengar tá verða brúktir sum eingin játtan er fyri.Men samstundis staðfestir nevndin at landsstýrismaðurin IKKI hevur brotið lógum ábyrgd landsstýrismanna tí hann hevur sett tiltøk í verk og roynt at gjørtnakað við málið.

Tað púra vanligt at almennir stovnar fara út um játtanina – sí yvirlit yvir núsitandi landsstýri og nøkur einstøk dømi tá andstøðan sæt við ábyrgd – her (PDF)

Niðanfyri sæst at tríggir av fremstu løgfrøðingunum ílandinum eru sera ósamdir um hvussu ein ovurnýtsla skal tulkast..

Bjørn á heygum sigur at ein ovurnýtsla hjá einum almennumstovni er brot á stýrisskipanarlógina og tí kann ein landsstýrismaður ikkiverða sitandi. Hinvegin eru Anfinn V. Handsen og Jógvan Páll Lassen samdir umat lógin um ábyrgd landsstýrismanna greitt tilskilar at landsstýrismaðurin skalsjálvur hava verið viðvirkandi til meirnýtsluna og verða orsøk til at meirnýtslaner farin fram. 

Bjørn á Heygum advokatur við Kringvarpið: 

Vandi er fyri at øll skipanin verður undirgrivin innan ífrá,sigur Bjørn á Heygum, advokatur. Hann heldur, at løgmaður einki val hevur

– Løgmaður má koyra Johan Dahl frá. Tað sigur Bjørn áHeygum, advokatur, sum var við til at gera stýriskipanarlógina, sum staðfestirábyrgdina hjá landstýrisfólkum.

Landstýrismálanevndin er komin til ta niðurstøðu, atstýrisskipanarrlógin er brotin í sambandi við, at Strandferðslan hevur brúktmeira enn hon hevur fingið játtað, men meirlutin vil ikki ábyrgdalandstýrismanninum í vinnumálum fyri hetta. Hetta er heilt burturvið, sigurBjørn á Heygum….

Advokatarnir Jógvan Páll Lassen og Anfinn V. Hansen,

eru ikki samdir við Bjørn á Heygum at hvørjaferðstýrisskipanarlógin verður brotin í samband við ovurnýtslu, at hetta prautomatik skal føra við sær at landstýrismaður far sekkin. Á hvørjum árið erovurnýtsla onkunstaðni og um vit skulu fylgja Bjørn á Heygum so hevði neyvannakar landsstýrismaður kunna verið sitandi

Jógvan Páll Lassen sigur at tað er púra greitt at sambærtlandstýrismálanevndini hevur SSL brúkt pening sum eingin heimild var fyri og tíer stýrisskipanarlógin brotin. Men hetta merkir ikki pr. automatik atlandsstýrismaðurin eisini hevur broti stýriskipanarlógina. Tað hevði hann gjørtum hann var vitandi um at hetta fór fram og hann einki hevði gjørt við hetta -men her er Landstyrismálanevndin sera greið. 

Hon sigur …… Hóast landsstýrismaðurin ikki hevur setttiltøk í verk fyri at minka hallið, so kann Landsstýrismálanevndin staðfesta,at landsstýrismaðurin hevur havt samskifti við SSL um fíggjarstøðuna, og atroynt hevur verið í ávísan mun at ávirkað SSL til at fremja sparingar ellafinna meirinntøkur fyri at minka hallið. Landsstýrismálanevndin metir tað tívera ivasamt, um man kann siga, at landsstýrismaðurin hevur latið vera við atroyna at forða fyri einum halli hjá SSL. Tískil metir Landsstýrismálanevndinikki, at haldgóð prógv eru fyri at siga, at landsstýrismaðurin hevur framt brotá § 4, nr. 1 í lóg um ábyrgd landsstýrismanna.

 

Anfinn V. Hansen, er samdur við Jógvan Páll Lassen, ogundirstrikar at konsikvensurin at tulkingini hjá Bjørn á Heygum heldur ikki.

– Skulu vit fylgja konsikvensinum hjá Bjørn á Heygum athvørjaferð stýrisskipanarlógin verður brotin í samband við ovurnýtslu, ja, soskal hetta pr automatik føra við sær at landsstýrismaður far sekkin so hevðineyvan nakar landsstýrismaður kunna verið sitandi. 

– Lógin um ábyrgd landsstýrismanna regulerar løgfrøðisliguábyrgdina hjá landsstýrismanninum og her er landsstýrismálanevndin púra greiðat landsstýrismaðurin hevur ikki brotið lóg um ábyrgd landsstýrismanna.