Oy.L landsliðið í svimjing venur í klaksvík á Norðoyastevnu,
og tað sær gott út hjá okkara svimjarum til Oy.L 2005 í Hetlandi.
Oyggjaleikalandsliðið í svimjing venur í Klaksvík á Norðoyarstevnu.
Landsins bestu svimjarar fara at venja í svimjihøllini í Klaksvík í viksuskiftinum.
Venjingin byrjar fríggjakvøldið kl. 20:00 og er væntandi liðug kl. 22:00.
Leygarmorgunin frá kl. 10:00 til kl. 12:00 verður vant aftur og lagt verður aftur á venjingina.
Leygardagin kl. 17:00, landsliðlegan er væntandi liðug kl. 19:00.
Høvið er millum annað at síggja okkara egnu Kristian Olsen og Nataliu Reinhardt venja.
Øll hjartaliga vælkomin at koma at eggleiða. Tað er venjarin hjá Ægi, Søren Olsen, sum stendur fyri venjingini.
Tað sær gott út hjá okkara bestu svimjarum til Oy.L. 2005.
Sigast kann, nú startlistin er komin út, at okkara svimjarar liggja sera væl fyri.
Fleiri svimjarar liggja til at koma í finalurnar, og ikki heilt fáir liggja til heiðursmerkir.
Okkara egnu svimjarar, Kristian Olsen og Natalia Reinhardt liggja til heiðursmerki!
Natlia skal tann fyrst dagin í eldin har hon skal svimja 100m firvaldasvimjing, har liggur hon til eitt silvurmerki.
Kristian, sum m.a. skal svimja 50m frísvimjing, sum er tann síðsta stevnudagin, liggur eisini til eitt annað pláss.
Elspa gull?
Hálvi klaksvíkingurin Elspa Mørkøre úr Gøtu, svimur fyri FS, liggur á øðrum plássi í 100m ryggsvimjing.
Tað ger hon eisini í 100m blandaðsvimjing.
Í 50m ryggsvimjing liggur Elspa til eitt gullheiðursmerki!!!
Aðrar plaseringar.
Veteranurin Karina Petersen úr Fuglafjarar Svimjifelag liggur á fyrsta plássinum í 50m bringusvimjing.
Ársins svimjari hjá monnum, Andrass Thomsen, liggur til eitt silvurmerki í 1500m frísvimjing.
Eisini liggur hann til eitt annað pláss í 200m frísvimjing, og í 100m frí liggur hann til eitt triðapláss.
Alt hetta sær sera gott út, men havast skal í huga at alt kann henda til eina slíka stevnu sum Oy.L.
Tí mugu vit ikki vænta okkum alt ov nógv av okkara ungu og evnaríku svimjarum.
Spennandi verður hjá okkum at fylgja við.
Í hesum sambandi hevur Norðlýsið gjørt avtalu við Søren Olsen, hjálparvenjara hjá Oy.L landsliðinum,
um at senda okkum nakrar reglur, og møgligani myndir, frá Hetlandi so skjótt tað kann lata seg gera.
Drívið á Natalia og Kristian!!!
Koyr á Føroyar!




