Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Oyranevnd

John William Joensen

Tað er nú nakað síðani (fleiri ár haldi eg) at Klaksvíkar Kommuna skipaði fyri atkvøðugreiðslu á Norðoyri fyri at gera greitt hvørt áhugi var fyri at skipa eina staðbundna nevnd fyri Norðoyri á sama hátt sum skipa varð fyri Árnafjarðarnevnd.

Henda nevnd hevur helst havt stóra ávirkan á framburðin í Árnafirði. Á Norðoyri vóru eisini ávísar vónir til at ein slík nevnd fór at hava ávirkan á bygdina, og sum skiltist var stórur meiriluti á Norðoyri fyri at nevndin varð skipað. Tí er eitt sindur ringt at skilja at onki meira frættist um hetta. Ella er tað nú tað?

Tað er jú onki at dylja yvir at at sitandi, eins og undanfarna, býráð hava havt sera ilt av bygdini úti á Oyri. Skúlabilur, kloakkviðurskifti, sóttreinsa vatn, býarhegn….ja, you name it. Reypi um framgongd, mentanarbý ( Klaksvíkar Sjónleikarfelag framførir Emil úr Lønnebergi í Fuglafirði) o.a. hevur ikki rættiliga umfata bygd okkara. Eftir nógv og tógvi stríð, har onkrir av okkara bygdarmonnum hava fingið so dygg høgg í stríðnum við kommununa at teir eru falnir á vali, eru hóast alt onkur úrslit komin burturúr í omanfyri nevndu málum.

Og helst vóru fleiri sum hildu at Oyranevndin sum veljast skuldi, fór at vera tað amboði sum skuldi borga fyri virðiligum og skipaðum samskifti við Klaksvíkar Kommunu. Men hvussu skal ein kunnu samskifta virðiliga við fólk sum ikki vita hvat virðing er? Og hvussu skal skipa samskifti fáast við fólk sum halda at “oops, I did it again” er skipað samskifti?

Fyri sjálvur at svara spurninginum í fyrsta brotinum, so er onki løgi at Oyranevndin varð av ongum. Tí ein slík nevnd hevði helst sett ov nógvar spurningar við ta vitloysi sum fer fram í kommununi, eitt nú í samband við vegaprosjektið í uttara býlinginum úti á Oyri. Eitt prosjekt sum er so illa fyriskipa, bæði politiskt, tekniskt, umsitingarliga og búskaparliga, at høvdini í Nólsoyarpálsgøtu áttu at rulla sum seyðarhøvd í Haraldsundi ein góðan fjalldag á heysti.

Eg kann nevna nøkur dømi:

So vítt vit vita er ongin játtan setta av til vegagerðina. Her er bara “arbeitt úr kassanum”.

Ongin av íbúgvunum fram við vegnum er kunnaður um nakað fyrr enn gravimaskinan stendur í túninum, og kunningin hevur sum oftast verið skeiv eftir sum manningin á teknisku deild fyri tað mesta hevur arbeitt í blindum.

Vegagerðin er trýst ígjøgnum politiskt soleiðis at hon byrjar í skeivum enda. Hetta førir við sær at vegurin má gravast uppaftur seinni til at binda verandi hús í nýggju kloakkina eftir at nýtt reinsiverk er gjørt (hetta verður helst av ongum nú).

Tey nýggju húsini fram við vegnum eru plaseraði soleiðis at pláss er ikki fyri honum ímillum tey. Kommunan noyðist tí at gera seg inn á privatfólk fyri at fáa pláss fyri vegnum.

Og hæddirnar á grundstykkjunum eru settar skeivt av so fólk eru púra í villareiði um hvussu høgur vegurin verður í mun til túnini.

Nú kommunan er í fer við at sleppa vegarbeiðnum úti á Oyri (onkur hevur tómt pengakassan eina myrka nátt í september meðan býráðið svav) hava vit eitt 300 metrar langt hol at koyra høvdini í. Ikki man tað vera ómakin vert at svíða tey fyrst.

Tað seinasta nýggja
Meginpartin av tí sum stendur omanfyri skrivaði eg í sinnismuni fyri umleið 2 vikum síðan, eftir at kommunan, í samband við vegagerðina í uttara býlinginum á Norðoyri, tók garðin hjá mær niður fyri síðan, nakrar fáar dagar seinni, at boða frá at teir ikki høvdu pening til at byggja hann uppaftur. Nú siga teir so at teir hava funnið so frægt av pengum at teir kunnu broyta 300 metra langa holið til eitt farbært runudíki. Garðin kann eg gloyma alt um. Restin av uttara býlinginum, sum í fjørð summar var eitt rættliga vakurt grønt økið, verður helst verandi eitt runudíki í nógv ár framyvir.

Fíggarvanstýring.
Alt hetta rokið við vegagerðini úti á Oyri stavar sjálvandi frá vantandi evnunum hjá býráðnum til at stýra skattapengunum hjá borgarum í Klaksvíkar Kommunu. Tað var tí hugstoytt at hoyra í útvarpinum hvussu ovfarin borgarstjórin var av at kassin var tómur. Ein skuldi trúð at hann ongantíð hevur hoyrt hugtakið “fíggjarstýring”? Eg kann siga honum at tað er eitt amboð sum kann brúkast til at forða fyri at kassin “knappliga gerst tómur”.

Í allarbestu inntøkutíðum hevur kommunan budgettera við undirskotið. Ikki eitt oyra er lagt til síðis til verri tíðir. Hædd er ikki tikin fyri at vit liva av fiskivinnu, har inntøkan kann svíkja. Um eykajáttanir harafturat hoyra til dagsins ordan, tá býðir ikki bøtur.

Týsdagin 4. November ferð býráðið at taka støðu til spariætlanina, sum skal fáa kommununa aftur á beint fíggjarliga. Hetta ber í sær at avgerðir skulu takast, summar av teimum sera óunniligar. Men er nakað øki, har hetta býráðið – og umsitingin – hevur skara framúr, so er tað vantandi evni og vilji til at taka avgerðir.

Eg veit ikki hvat eg skal velja 11. November. Men eg fari staðiliga at heita á fólk um ikki at velja nakran sum hevur sitið í býráðnum seinastu 4 árini

Harleyfacadeacryl