Á Jólakonsertini í Christianskirkjuni, sum væntandi verður 16. desember, skulu tey bæði kendu tónleikafólkini luttaka.
Jólakonsertin í Christianskirkjuni er vanliga nakað heilt fyri seg, og tað verður hon so sanniliga eisini í ár. Norðlýsið frættir, at fyrireikararnir hava fingið avtalu við Pætur við Keldu og Eivør Pállsdóttir, um at syngja á konsertini.
Sum vituligt er mangt annað á skránni eisini, men tað koma vit til aftur seinni.




