Paintball Føroyar verður eisini við í ársins útgávu av Norðoyastevnu.
Upprunaliga varð avtalað gjørd millum NFÍ og Paintball Føroyar um, at norðoyastevnugestirnir skuldu hava møguleika at spæla paintball á økinum við sandin, men orsakað av serligum umstøðum er nú ein smávegis broyting í hesi ætlan.
Paintballøkið verður í staðin skúlagarðinum á Ziskatrøð.
– Vit harmast sjálvandi, at hendan broyting kom í seinastu løtu, men vit eru til reiðar til at umstilla okkum til nýggju umstøðurnar, sigur Oddur Olsen frá Paintball Føroyar.
– Vit hava opið fríggjadagin frá kl. 20 til miðnátt, leygardagin frá kl. 16 til 23 og sunnudagin frá kl. 18 til 23, og vit eru væl fyrireikaðir til at taka ímóti gestum.
Tað ber eisini til at bíleggja tíð á tlf. 50 57 57.
Vitja eisini heimasíðuna www.paintball-foroyar.biz




