Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pakistansk mótmælisfólk: Vit eru Kouachi, ikke Charlie

Danial Viðoy

Charlie Hebdo: Muhammed-forsíðan á satirublaðnum, Charlie Hebdo, hevur elvt til ófrið í Pakistan. Í dag eru stórar mótmælisgongur, har franska flaggið m.a. verður brent.

Charlie Hebdo: Muhammed-forsíðan á satirublaðnum, Charlie Hebdo, hevur elvt til ófrið í Pakistan. Í dag eru stórar mótmælisgongur, har franska flaggið m.a. verður brent.

Fleiri túsund pakistanar hava í dag verið á úti á gøtunum til tess at mótmæla nýggjastu útgávuni av Charlie Hebdo.

Útgávan er tann fyrsta síðani yvirgangsatsóknina tann 7. januar. Og her var tað ikki spart, tí á forsíðuni var ein tekning av profetinum, Muhammed. Hetta hevur elvt til mótmælisgongur í nógvum muslimskum londum.

Í fleiri býum er tað franska flaggið brent, umframt at myndir av franska forsætisráðharranum, Francois Hollande og tekningar frá Charlie Hebdo eisini eru brendar.

Á leið 6000 mótmælisfólk hava verið úti á gøtunum í Lahore í dag og á leið 2000 í Karachi.

Í býnum Multan, sum liggur 560 km sunnanfyri Islamabad, róptu mótmælisfólkini: ”vit eru ikki Charlie, vit eru Kouachi. – Við hesum verður stuðul vístur til teir tveir brøðurnir, ið stóðu fyri álopinum á Charlie Hebdo.