Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pál Joensen flúgvandi á Klaksvík National 2008

Norðlýsið ÍTROTTUR

Pál Joensen setti nøkur føroysk met á Klaksvík National, og hann var bara 3 100-partar av 1 sekundi frá metinum hjá Kristiani Olsen á 100 m frísvimjing!!

Tað var ein góður dagur hjá fleiri av okkara fremstu svimjarum – eisini teimum, sum ikki enn eru komin so langt, at tey eru heilt á toppinum, men tey eru ávegis og gera framstig í hvørjum.

Um vit taka onkrar av teimum lokalu svimjarunum, so høvdu eitt nú Alvi Hjelm, Bjarni M. Petersen, Monika Biskopstø og Cecilia Andersen eina góða kapping við frálíkum úrslitum.

Stóra føroyska stjørnan í svimjing í løtuni er, sum kunnugt, Pál Joensen úr Vági, og hann gjørdi eisini mest um seg av svimjarunum í Klaksvík National.

Hóast hansara allar fremsta styrki er á teimum longru teinunum – tvs. frá 400 metrum og uppeftir – so er hann nú so væl fyri og í so stórari framgongd, at hann eisini er framúrskarandi á 100 metrum og enntá eisini á 50 metrum.

Fyrrapartin leygardagin setti hann tvey føroysk met á 100 metra teininum, og tá ið vit vóru framvið við myndatólinum tíðliga leygarkvøldið, skuldi hann júst fara í hylin at svimja finaluna í 50 metrum frí saman við vinmanni og svimjifelaga sínum, Dánjal Martin Hofgaard, og Haraldur Eið, sum nú svimur fyri Ægir, her hann eisini er venjari hjá teimum yngru.

Úrslitið av hesari svimjingini gjørdist ógvuliga áhugavert, tí Pál kom so nær, sum hann yvirhøvur kundi koma uttan at taka metið.

Kristian Olsen úr Klaksvík hevur í eina tíð átt metið sum Føroya skjótasti svimjari á teininum 50 metrar frísvimjing við tíðini 23,97 sekund, og eftir “Klaksvík National 2008” eigur hann framvegis metið, men munurin var ómetaliga lítil …

Fólk vóru sjálvandi spent upp á úrslitið hjá Pál, og tað høvdu tey alla grund til at vera, tí tá ið Pál hevði nomið við málið, vísti talvan á vegginum: 24:00 !!!!
Tvs. at Pál leygardagin var tríggjar hundraðpartar av einum sekundi frá at tangera føroyska metið og fýra hundraðpartar frá at taka tað!!!!

Jú spenningur fyri allar pengarnar í Klaksvík National leygardagin.

Harleyfacadeacryl