Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Páll A. Klettskarð: Allir møguleikar eru opnir til 2025

Jákup Ósá

Toppskjúttin í KÍ-søguni hevur ongan sáttmála um nakrar vikur. Og hann letur nú møguleikan upp fyri at skifta felag í vetur.

Støðan hjá KÍ við sáttmálum til 2025 er rættiliga margháttlig. Av fyrstu 11 í Sarpugerði í gjár, so vóru sjey leikarar, sum ongan sáttmála hava fyri 2025. Og tá er liðskiparin Jákup B. Andreasen skaddur og hevði tí eisini verið í uppstillingini, um hann var tøkur. Hinvegin hava nógvir av teimum, sum sita á bonkinum, sáttmála fyri 2025.

34 ára gamli Páll A. Klettskarð eigur metið fyri flest mál í KÍ-søguni. Hann er eisini greiður toppskjútti í ár og aldurin tykist enn ikki verða nøkur forðing fyri at skora nógv mál. Men Páll, sum hevur spælt við KÍ á hvørjum ári síðani 2012, hevur ongan sáttmála fyri 2025. Televarpið spurdi hann um 2025 eftir dystin í Sarpugerði, og tá lat hann hurðina upp fyri møguleikanum at skifta felag.

– Eg havi onga støðu tikið enn. Allir møguleikar eru opnir. Tað er gongd í ymiskum, men tað taka vit, sum tað kemur, segði Páll A. Klettskarð við Televarpið.

Harleyfacadeacryl