Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Páll A. Klettskarð: Dystirnir móti HB eru nakað serligt

Jákup Ósá

(Úr Norðlýsinum) Sunnudagin verður gamli klassikarin á skránni, har KÍ fær vitjan av HB. Trýstið er stórt á HB undan dystinum, tí sigursvanda felagið er í vanda fyri at enda á 5. plássi eftir fyrsta triðingin av kappingini. KÍ má vinna fyri at varðveita munin aftur til Víking.

Átta umfør eru leikt, og KÍ er greitt oddalið við fullum stigatali. Seks stig aftanfyri kemur Víkingur, sum við sínum lokala liðið bjóðar av og var nær við at fáa stig í Klaksvík síðsta leygarkvøld. Men HB er dottið niður ímillum síðstu umførini, har liðið hevur sett stig til móti B68, EB/Streymi og 07 Vestur og avgjørdi móti Skála í síðsta minutti. Hóast hetta, so eru dystirnir millum KÍ-HB nakað serligt, og soleiðis er eisini sunnudagin. HB er sigursvant felag og hevur mangan trivist væl í Klaksvík. Ársins HB-lið hevur eisini dygdir og raka teir dagin, so fær KÍ harða mótstøðu. Undan dystinum hevur Norðlýsið tosað við KÍ-toppskjúttan Páll A. Klettskarð.

 

Hava eftirmett toppdystin móti Víkingi

KÍ spældi leygarkvøldið toppdyst móti Víkingi, har KÍ vann 1-0 við máli frá Páll A. Klettskarð. Talan var um ein javnan dyst við høgari leikferð og nógvum kropsligum spæli, men ikki so nógvum góðum fótbóltsspæli. Í KÍ-hópinum hava teir eftirmett dystin.

– Niðurstøðan var, at har vóru góð elementir, men eisini nøkur ting, sum vit kunnu gera betur. Hatta var kanska tann fyrsti dysturin, har vit eru blivnir trýstir ordiliga, so tað var fínt at fáa ein slíkan dyst og koma upp í gir sjálvir. Víkingar leggja nógv fyri og vit fáa ikki spælið at rigga, sum vit ætlaðu, og sum vit plaga at vísa. Tað er kanska bæði teirra tænasta og fokus hjá okkum, sum ikki hevur verið nóg gott. Kanska var tað ein samanrenning av ymiskum, sigur Páll A. Klettskarð við Norðlýsið.

 

Næstflest mál í føroysku landskappingini

Páll A. Klettskarð skoraði sítt landskappingarmál nr. 157 í bestu deildini og fór sostatt framum Arnbjørn T. Hansen, og er nú leikarin, sum hevur skorað næstflest landskappingarmál í føroyskum fótbólti við einans Klæminti A. Olsen frammanfyri.

– Tað at skora í hasum dystinum og avgera hann, soleiðis at vit fáa trý stig, tað er stuttligt og umráðandi. Men hitt hugsi eg ikki so nógv um. Tað kemur av sær sjálvum. Fyri meg er tað meira umráðandi at avgera dystir, sigur Páll, sum í fjør bleiv leikarin í søguni hjá KÍ, ið hevur skorað flest mál í landskappingini.

 

Óvanliga góður triðingur

Undan síðsta dystinum í fyrsta triðingi sunnudagin hevur Páll A. Klettskarð skorað níggju mál og er toppskjútti í deildini. Hetta hevur hann skorað í 619 minuttum sambært FaroeSoccer. Tað mesta sum Páll hevur skorað eitt kappingarár er 22 mál í 2012, so varðveitir hann núverandi gongd, so er møguleiki at taka persónliga metið. Og kanska kann hann eisini nærkast metinum hjá Mikkel Dahl (HB) í bestu deildini, sum er 27 mál. Tað megnar hann kanska, um hann heldur núverandi miðaltal, men tað krevur at hann fer at spæla nærum allar dystirnar, ið eru eftir. Páll hevur onga einfalda frágreiðing uppá, hví tað hevur gingið so væl persónliga.

– Eg veit ikki. Tað má vera ein samanrenning av nógvum. Liðið spælir væl og skapar nógvar málmøguleikar. Sum álopsleikari komið eg tá í støðurnar at skora, har eg kann prika bóltin inn. Annars havi eg ikki nakra frágreiðing uppá, hví tað persónliga hevur gingið so væl. Man er í einum stima, men eg føli ikki, at eg geri so nógv øðrvísi enn onnur ár, men kanska hevur man havt fokus á onkur onnur ting. Eg veit ikki ordiliga, sigur hann.

 

HB-dysturin

Sunnudagin kl. 15.00 er gamli klassikarin á skránni. KÍ er oddalið við fullum stigatali (24), meðan HB á 3. plássi hevur 15 stig. HB er í vanda fyri at enda á 5. plássi eftir ein triðing, um HB tapir dystin. Tí tá fara EB/Streymur og B36 framum, um tey vinna sínar dystir móti Skála og 07 Vestur. KÍ-toppskjúttin gleðir seg til dystin móti HB, sum hann hevur skorað 10 landskappingarmál ímóti.

– Tað verður altíð gjørt nógv burturúr dystunum móti HB. Tað er altíð stuttligt at spæla teir dystirnar. Tað gleði eg meg til. Tað er trupult at siga, hvat fyri dyst vit fáa. HB er trýst til at fáa stig. Eg vænti, at teir koma norður og ordiliga ætla at leggja trýst á. So eg vænti ein intensan dyst, sigur Páll, sum staðfestir, at tað er serligt at skora móti HB.

– Ja serliga í Klaksvík, har er stemningurin ofta í topp til hesar dystirnar. At skora móti HB er nakað serligt. Tað er ein søgulig toppuppgerð, so tað blívur eyka stuttligt, sigur Páll A. Klettskarð at enda.