Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Páll A. Klettskarð gjørt nýggjan sáttmála við KÍ

Jákup Ósá

Gongst sum væntað, so tekur Páll metið fyri flest mál fyri KÍ í landskappingini í bestu deildini í 2021.

KÍ boðar frá, at Páll A. Klettskarð hevur gjørt nýggjan sáttmála við felagið. Páll skoraði 12 mál fyri KÍ í landskappingini í ár umframt eitt hattrik í Evropa Leaague dystinum móti Dinamo Tbilisi. Páll hevur tilsamans skorað 123 mál fyri KÍ í landskappingini. Hann manglar sostatt bara trý mál fyri at blíva einsamallur toppskjútti í søguni hjá KÍ í landskappingini í bestu deildini.

Sáttmálin millum KÍ og Páll A. Klettskarð er galdandi fyri kappingarárini 2021 og 2022.