Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páll A. Klettskarð manglar tvey mál til klubb 100

Jákup Ósá

KÍ álopsleikarin kann koma uppí klubb 100 innan alt ov langa tíð.

KÍ álopsleikarin kann koma uppí klubb 100 innan alt ov langa tíð.

Páll A. Klettskarð er skrásettur fyri 98 mál í bestu deildini í 179 dystum. 7 av málunum eru skorað fyri Víking. Megnar Páll at koma í klubb 100 í ár (leikarar sum hava skorað 100 ella fleiri mál í bestu deildini) so er tað triðja árið á rað, at KÍ leikari kemur í hetta selskap. Heðin á Lakjuni í 2015 og Hjalgrím Elttør í 2016 (les um topp 15 listan tá HER) hava frammanundan megnað hetta. 

KÍ spælir sunnudagin móti ÍF í Klaksvík. Páll hevur áður fleiri ferðir megnað at skora minst tvey mál móti júst ÍF, so spurningurin er, um hann longu megnar tað sunnudagin. Væl at merkja um hann spælir, tí skaði hevur argað framherjan seinastu vikurnar.