(Dystarfrásøgn) KÍ vann sín størsta sigur í ár og Páll A. Klettskarð kom í klubb 100 í stórum stíli.
KÍ spældi við sama liði sum seinast, meðan Petur Zachariassen loysti Andras Olsen av í EB/Streyma verjuni
Jóannes K. Danielsen avgjørdi dystin í 25. minutti
KÍ skoraði uppá sín fyrsta møguleika, tá Jonas F. Rasmussen skallaði frísparksinnlegg frá Jóannes Bjartalíð í málið. Eftir tað javnaði dysturin seg út, og EB/Streymur søkti at fleiri ferðir uttan at koma til nakran stóran møguleika. Í 25. minutti skoraði Jóannes K. Danielsen við framúr langskoti. Og í grundini var hetta málið, sum punkteraði dystin. Tí eftir hetta koyrdi KÍ sigurin heim og hevði fult tamarhald á til seinasta bríksl. Fleiri ferðir var nær við at blíva 3-0, men 2-0 var hálvleiksstøðan.
Páll A. Klettskarð skrivaði søgu
Í seinna hálvleiki snúðu tað seg í grundini um ein leikara. Páll A. Klettskarð. Hann manglaði undan dystinum tvey mál til at koma í klubb 100, sum eru klubbin við leikarum, sum hava skorað 100 mál ella fleiri í bestu deildini. Og tað megnaði hann í stórum stíli. Tí Páll A. Klettskarð gjørdi ikki mætari enn at skora 4 mál í seinna hálvleiki. Hann skoraði enntá hattrik uppá 7 minuttir. Endaliga støðan var 6-0 til KÍ, sum er ársins størsti sigur hjá KÍ, har tað annars serliga vóru Albert Adu og báðir teir álopskendu bakkarnir, sum vóru við í flestu av góðu álopunum.
Framvegis bílig bakgrund
Annað vikuskiftið á rað vann KÍ sín higartil størsta sigur í ár. Men eins og móti ÍF, so var bakgrundin bílig til at gera nakra stóra niðurstøðu um veruliga styrkina hjá KÍ. KÍ kundi fegnast um, at liðið var effektivt fyrstu løtuna og skoraði uppá tveir av fyrstu trimum stóru møguleikunum. Tað vísti seg, at dysturin longu var avgjørdur eftir 25 minuttir og EB/Streymur gav skarvin yvir, sum liðið annars næstan ongantíð hevur gjørt í ár, tí hetta var teirra størsta tap. Hóast KÍ hevur skapt nógvar mál møguleikar og spælt væl seinastu dystirnar, so hava mótstøðuliðini seinastu trý umførini verið tey trý niðastu, og tí er tað uppá eina bíliga bakgrund, at KÍ sær sannførandi út. Í løtuni kappast KÍ kanska meir við B36 um 2. plássið enn við Víking um 1. plássið, tí bara tvey stig skilja KÍ og B36, meðan fimm stig eru upp til Víking. Um vit fáa spenning í endaspurtin fáa vit at síggja mikukvøldið, tá KÍ vitjar hjá Víkingi.




