Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Páll A. Klettskarð verður møguliga ikki í KÍ næsta ár

Jákup Ósá

Páll A. Klettskarð vil hvørki vátta ella avsanna, um hann spælir við KÍ næsta kappingarár.

– Tað er ivamál enn, hvar eg spæli. Tað er ikki endaliga avgjørt heldur, segði Páll A. Klettskarð um sína framtíð eftir dagins dyst, har HB við 2-1 sigri í Klaksvík tryggjaði sær sítt 23. FM.

 

Sum skilst er stórur møguleiki fyri, at Páll A. Klettskarð fer uttanlands eftir hetta kappingarárið.