Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páll á Reynatúgvu fullkomiliga reinsaður

John William Joensen

Ein meiriluti av bygdaráðslimum í Sands Kommunu kravdu borgarstjóran frá og settu fram eina røð av ákærum um óreglusemið. Innlendismálaráði og grannskoðarar hava síðani víst ákærunum aftur og nú hevur so Almannaráði gjørt niðurstøðuna í málinum um setanartilgongdina, tá leiðari varð settur fyri Sandoyar Barnaverndartænastu. Niðurstøðan er púra greið og til fyrimuns fyri frákoyrda borgarstjóran.

Frá Almannaráðnum:

Viðvíkjandi setan av leiðara fyri Sandoyar Barnaverndartænastu
Jákup Martin Sørensen, formaður fyri samstarvsnevndina fyri Sandoyar Barnaverndar-tænastu, hevur, við skrivi dagfest 13. september 2009, heitt á Innlendismálaráðið um at kanna, um nakað óregluligt er farið fram í sambandi við setanina av Kristinu Johannesen á Reynatúgvu sum leiðara fyri Sandoyar Barnaverndartænastu.

Kristina Johannesen á Reynatúgvu er hjúnafelagi hjá Páll á Reynatúgvu.

Innlendismálaráðið hevur sent áheitanina víðari til Almannamálaráðið, ið varðar av barnaverndarøkinum, at taka støðu í málinum.

Saman við áheitanini hevur Jákup Martin Sørensen lagt við teldubræv frá Harry Jensen, dagfest 12. mars 2009, fundarfrágreiðingar frá fundum í samstarvsnevndini frá 2. mars 2009, 6. mars 2009 og 12. mars 2009, avrit av setanarbrævi hjá Kristinu Johannesen á Reynatúgvu og avtaluna millum Húsavíkar-, Skopunar-, Sands-, Skálavíkar- og Skúvoyar kommunur um at skipa Sandoyar Barnaverndartænastu.

Hesi skjøl hava verið nýtt sum grundarlag undir viðgerðini av málinum.

Framferðarháttur

Á fundi í samstarvsnevndini fyri Sandoyar Barnaverndartænastu hin 2. mars 2009 møttu Harry Jensen, Dánjal Jákup Jacobsen, Jákup Martin Sørensen, Kartin W. Olsen og Páll á Reynatúgvu. Jákup R. Hansen var við til fundin sum ráðgevi.

Á skránni fyri fundin var setan av leiðara fyri Sandoyar Barnaverndartænastu. Tríggjar umsóknir vóru komnar til starvið. Áðrenn umsóknirnar vórðu lisnar upp, varð tosað um hvørji saklig atlit skuldu liggja sum grundarlag undir viðgerðini av umsóknunum.

Páll á Reynatúgvu metti seg ikki at vera gegnigan í málinum. Í hansara stað møtti Eyðvarur Petersen.

Umsóknirnar vórðu síðani lisnar. Mett varð, at allir umsøkjararnir vóru skikkaðir til starvið og at setanarsamrøðurnar skuldu haldast fríggjadagin 6. mars 2009.

Á fundi í samstarvsnevndini 6. mars 2009 møttu Eyðvarur Petersen, Kartin W. Olsen, Jákup Martin Sørensen, Harry Jensen, og Arnbjørn Bjarnason. Jákup R. Hansen var við til fundin sum ráðgevi.

Samstarvsnevndin hevði setanarsamrøður við umsøkjararnar. Ein umsøkjari hevði tikið umsókn sína aftur og vóru sostatt bert tvær setanarsamrøður, ávikavist kl. 18.00 og kl. 19.00. Setanarnevndin umrøddi umsóknirnar og hevði skriftliga atkvøðugreiðslu. Úrslitið gjørdist tríggjar atkvøður til annan umsøkjaran og tvær atkvøður til hin umsøkjaran.

Samstarvsnevndin hevði aftur fund 12. mars 2009. Á fundi vóru Kartin W. Olsen, Jákup Martin Sørensen, Arnbjørn Bjarnason og Páll á Reynatúgvu.

Á skránni fyri fundin var setan av leiðara fyri Sandoyar Barnaverndartænastu, av tí at setti leiðarin hevði sagt seg úr starvi.

Páll á Reynatúgvu fór av fundinum.

Nevndin samtykti at seta Kristinu Johannesen á Reynatúgvu í starv. Áðrenn fundin hin 12. mars 2009 sendir Harry Jensen, sama dag, teldupost til Jákup Martin Sørensen, har hann boðar frá, at hann ikki kann møta til fundin, men mælir samstundis m.a. til at spyrja Kristinu Johannesen á Reynatúgvu, um hon er áhugað í starvinum.

Niðurstøða

Almannamálaráðið hevur ikki verið inni í sjálvari viðgerðini av, hvør umsøkjari var best skikkaður til starvið, og tí átti at fingið bjóðað starv, men bert um nakað óregluligt fór fram í sambandi við setanina av Kristinu Johannesen á Reynatúgvu sum leiðara fyri Sandoyar Barnaverndartænastu.

Í framhaldi av hesum hevur Almannamálaráðið lagt til grundar, at samstarvsnevndin fyri Sandoyar Barnaverndartænastu hevur havt tríggjar fundir um setan av leiðara fyri Sandoyar Barnaverndartænastu.

Sambært § 2 í avtaluni at skipa Sandoyar Barnaverndartænastu, umboðar nevndin allar borgarstjórar í samstarvinum. Fimm umboð vóru møtt á 1. og 2. fundi. Almannamálaráðið leggur sostatt til grund, at nevndin var fullmannað til hesar fundirnar. Á seinasta fundi møttu tríggir limir, meðan fjórði nevndarlimurin kom við einum tilmæli umvegis teldupost.

Sambært § 2 í avtaluni at skipa Sandoyar Barnaverndartænastu verða avgerðir tiknar við vanligum meiriluta. Nevndin hevur sostatt verið viðtøkufør á øllum fundum.

Páll á Reynatúgvu møtti á tveimum fundum um setan av leiðara fyri Sandoyar Barnaverndartænastu, men fór av báðum fundunum og var ikki við at taka avgerð um setanina av leiðaranum.

Sambært § 3, stk. 1, nr. 2 í fyrisitingarlógini var Páll á Reynatúgvu ógegnigur í málinum um setan av leiðara fyri Sandoyar Barnaverndartænastu. Við tað, at Páll á Reynatúgvu:

• ikki hevur tikið avgerð í málinum,

• als ikki møtti til fundin 6. mars 2009, tá setanarsamrøður vóru og avgerð varð tikin um setan av leiðara, og

• at samstarvsnevndin í hvørjum einstakum føri, hevur tikið avgerð við vanligum meiriluta

metir Almannamálaráðið ikki, út frá teimum fyriliggjandi skjølum í málinum, at nakað óregluligt er farið fram í sambandi við setanina av leiðara fyri Sandoyar Barnaverndartænastu.

Vinaliga

Marjun Magnussen
deildarstjóri