Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páll á Reynatúgvu spyr Johan Dahl um Skúvoyarferju

Páll á Reynatúgvu

Páll á Reynatúgvu

løgtingsmaður

Munnligur fyrispurningur

til

Johan Dahl, landsstýrismann

Viðvíkjandi nýggjari Skúvoyarferju

1. Er keypssáttmálin viðvíkjandi nýggjari Skúvoyarferju undirskrivaður?

2. Nær kann roknast við, at avloysarin fyri Sildberan byrjar at sigla rutusigling til Skúvoyar?

3. Eru politisk viðurskifti, sum ikki enn eru avgreidd viðvíkjandi keypi av nýggjari Skúvoyarferju, og hvørji um so er?

4. Hvør kemur samlaði kostnaðurin at verða fyri alternativu loysnina, samanborið við at byggja nýtt skip til Skúvoyarsiglingina?

Viðmerkingar
Í eina tíð hevur verið arbeitt við at fyrireika útvegan av nýggjari/aðrari Skúvoyarferju fyri Sildberan. Samgongan gjørdi fyri skúvoyingar óhepna valið at vraka ætlanina um at byggja nýtt skip til Skúvoyarsiglingina. Tó skal Johan Dahl eiga rós fyri ikki heilt at sleppa ætlanini um avloysara fyri afturútsiglda Sildberan.

Nú er nakað síðani eitt boð upp á nýggja Skúvoyarferju kom í ljósmála, men enn frættist einki um nakra avgerð. Sjálvsagt byrja skúvoyingar nú at ótolnast, tí væl er longu fráliðið, síðani tey søgdu seg kunna taka undir við ”nýggju” ferjuni.

Landsstýrimaðurin verður tí biðin at svara hesum spurningum.

Á Løgtingi, 10. september 2013

Páll á Reynatúgvu

Harleywoodpaint