Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Páll Fangi eftir triðja sigrinum – Klaksvíkingur skal innheinta eina bátslongd

Jákup Ósá

Í dag verður triði FM kappróðurin. Hjá KRF hevur tað gingist best hjá 6-mannafarinum Páll Fanga, sum kanska heldur óvæntað hevur vunnið báðar róðrarnar í stórum stíli, hóast teir flestu av manningini hava aldur til dreingjaróður.

 

Seinnapartin er FM kappróður í Runavík á Eystanstevnu. Hjá KRF hava fleiri bátar verið millum teir fremstu higartil, men tað er bara Páll Fangi við monnum, sum við miðalaldri undir 18 ár hevur vunnið tveir tryggar róðrar hjá 6-mannaførum við monnum. Uppskriftin tykist vera, at manningin er betri fyri enn hinar manningarnar, tí fyrsta partin av teininum er Páll Fangi ikki altíð fremst eins og hann vann heldur ikki nakað ódnartak áðrenn kappingina. Men seinna partin av teininum hava hinir bátarnir mist nógv í mun til Páll Fanga tveir teir fyrstu róðrarnar.

 

Hjá 10-mannafarinum Klaksvíkingi hevur kappingarárið verið merkt av, at fyrst hekk báturin fastur á Norðoyastevnu og misti fleiri tøk, meðan eykamaður mátti rógva til næstu stevnuna, tí ein røðari fekk skaða í vikuni frammanundan. Um hetta hevði broytt nakað uppá vinnaran er tó óvist, tí Ormurin Langi hevur vunnið tveir tryggar sigrar higartil, har tað í grundini ikki hevur verið nakar spenningur í endaspurtinum. Áleið ein bátslongd hevur verið á muni báðar róðrarnar, og tað er nógv hjá 10-mannaførunum. Klaksvíkingur hevur vunnið kappingina um 2. plássið móti Suðuroyingi báðar róðrarnar.

Harleyfacadeacryl