Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páll Fangi rør á Eystanstevnu

Jákup Ósá

Tilmeldingarlistin til Eystanstevnu vísir, at KRF hevur meldað Páll Fanga til við 6 mannaførum við monnum.

Klaksvíkingur var við á Norðoyatsevnu, men síðani róði eingin av hesum rógvarunum seinast á Sundalagsstevnu. Men til Eystanstevnuna um vikuskiftið er Páll Fangi tilmeldaður. Og sum skilst eru tað partar av manningini umborð á Klaksvíkingi, sum manna bátin hesaferð. 

Umframt Páll Fanga, so umboðar Fípan Fagra við dreingjum og gentum, sum báðar stríðast í oddinum, eisini KRF á Eystanstevnu.