Vinnandi KRF báturin á Fjarðastevnu rør ikki leygardagin, tá Vestanstevna er.
Tað eru fyrrverandi rógvarar á Klaksvíkingi, sum í ár hava mannað Páll Fanga til tríggjar stevnur. Har hevur gingið so mikið væl, at báturin hevur vunnið tvær av teimum trimum. Á Norðoyastevnu róðu teir við Klaksvíkingi við avmarkaði venjingarstøðu, og tá vóru teir hálva bátslongd aftanfyri Drekan Reyða.
Svein Rógvi Nielsen Ljósstein hevur í ár verið ein av oddamonnunum fyri hesi manningini umborð á Klaksvíkingi/Páll Fanga. Og hann sigur soleiðis um, hví teir ikki rógva á Vestanstevnu og um vit síggja teir aftur á onkrum báti á ólavsøku.
– Umstøðurnar hjá okkum gera tað soleiðis, at vit ikki fáa róð á Vestanstevnu leygardagin. So vil tíðin vísa, um vit fáa róð á ólavsøku og um tað verður við Páll Fanga, Nevið Reyða ella Klaksvíkingi ella als ikki, sigur Svein Rógvi Nielsen Ljósstein við Norðlýsið.
Leygardagin er Vestanstevna og startrøðin til Vestanstevnu er viðheft niðanfyri.




