Púra óvæntað vann Páll Fangi róðurin hjá 6-mannaførum við monnum á Norðoyastevnu.
Norðoyingarnir umborð á Páll Fanga yvirraskaðu bæði seg sjálvar og flest øll onnur, tá teir vunnu róðurin hjá 6-mannaførum á heimasjógvi.
Vit hava ikki hoyrt nógv um hesa manningina á Páll Fanga, har manningin telur norðoyingar, sum koma frá fleiri plássum í Norðoyggjum. Men á Norðoyastevnu tóku teir øll á bóli, tí eftir øllum at døma høvdu hvørki teir sjálvir ella nógv onnur rokna við, at teir fóru at vinna, tí talan er ikki um royndar rógvarar, tá vit tosa um so høgt støði sum í 6-mannaførunum. Men á vágni var talan um sannførandi róður við enntá so góðari tíð, at talan gjørdist um met fyri 6-mannafør á Norðoyastevnu. Kappingin var hørð, men móti endanum staðfesti Páll Fangi sigurin, sum á málstrikuni tó var so mikið tryggur, at næstan 2 sekund vóru á muni.
Myndin er av vinnandi manningini umborð á Páll Fanga.
Úrslit av 6-mannafør menn:
1. Páll Fangi 04:44:18
2. Tvørabáturin 04:46:06
3. Rádni 04:46:09
4. Jarnbardur
5. Lómur
6. Hvessingur
7. Herninugr
8. Smyril
9. Gongurálvur




