Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páll Fangi við nýggjari manning

Jákup Ósá

Páll Fangi við monnum er mannaður til ólavsøku.

Páll Fangi við monnum er mannaður til ólavsøku.

Jóhan Mikkjalson er ein av teimum, sum hevur verið við til at samlað eina manning saman til ólavsøkuna. Teir koma at rógva við Páll Fanga, sum sostatt fær eina nýggja manning í mun til hana, sum fyrr í ár hevur róð tríggjar róðrar og harav vunnið tveir. Jóhan sigur, at fyrireikingarnar hava gingið væl. 

– Venjingarnar hava gingið væl, sjálvt um tær ikki hava verið so nógvar. Venjingarstøðan kundi verið betri, men fýra av okkum hava róð niðri áðrenn summarfrítíðina. Men sum heild eru allir rímiliga væl fyri. Tað er ringt at siga, hvat man kann vænta av okkum. Vit gera alt, sum vit kunnu, fyri at fáa eitt gott úrslit, og so mugu vit síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Jóhan Mikkjalson.

Talan er um roynda manning, har allir hava róð í størru bátastøddunum áður. Teir sum vera við Páll Fanga á ólavsøku eru: Jóhan Mikkjalsson, John Mortensen, Brian Vang, Jákup Joensen, Jákup Stefansson, Ragnar Hansen og Beinir Ragnuson.