Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Páll Finnur Páll á Summar Festival

Jóhann Lützen

Væl umtókti hittbólkurin spælir á Summar Festivalinum í august

 

 

 

Tað er lagt upp til eina framførslu av teimum heilt lívligu og festligu, tá ið Páll Finnur Páll spælir á ársins Summar Festivali.

Síðani aldarskiftið hevur Páll Finnur Páll verið millum mest markantu bólkar í føroyskum tónleiki. Teir eru bæði argandi og fevnandi. Prikandi og skemtandi. Og fram um alt teljast teir millum veruligu hittbólkarnar í nýggjari tíð.

Páll Finnur Páll tók síni fyrstu fet um aldarskiftið, og síðani 2003 hava teir givið tónleik út. Ikki minst tríboksin frá 2009 gav bólkinum veruliga hetjustøðu á føroyska tónleikapallinum.

Sangirnar hjá bólkinum munnu mong kenna rættiliga væl. Sangir sum “Forelskaður sjónleikari”, “Herbergið”, “Eg fari mín egna veg”, “Grannin”, “Mín russiski vinur”, “Eg” og fleiri. Bólkurin hevur eisini útgivið væl umtóktar sangir seinnu árini.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 7. til 9. august.

Harleywoodpaint