Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páll Josephsen vann SKIPAQVISTIN Á JÓANSØKU

John William Joensen

Annað umfarið í SkipaQvistinum 2007 var hildið í snotuligu og hugnaligu felagshølunum hjá bátafelagnum Naddoddi á Tvøroyri.

30 skipaspurningar vóru á skránni, og ikki kann sigast annað, enn at júst hetta evnið hevur stóran áhuga millum manna her heima. Sera tætt var millum luttakararnar, og til endans lógu tveir í oddinum, soleiðis at lutakast mátti til.

Teir báðir fremstu vóru Símun J. Nybo, Tvøroyri, og Páll Josephsen, Klaksvík. Aftaná lutakast var tað so Páll Josephsen, ið gjørdist endaligur vinnari av SkipaQvistinum á Jóansøku 2007. Hetta merkir, at Páll verður millum finalistarnar í stóru finaluni á Sjómannadegnum, sum verður hin 18. august í Klaksvík.

Triða umfar av SkipaQvistinum fer fram nú sunnudagin 1. juli kl. 15.00 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Øll áhugaði eru vælkomin at luttaka.

Tað er SKIPALISTIN, sum skipar fyri kappingini.