Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Páll og Hallur eru skaddir

Jákup Ósá

Báðir hava fingið afturstig eftir at verða komnir aftur frá skaðum.

Fleiri undraðust kanska á, hvar toppskjúttin hjá KÍ, Páll A. Klettskarð, og liðskiparin á landsliðnum, Hallur Hansson, vóru í gjár. Orsøkin til at teir ikki spældu var, at teir eru báðir skaddir. Páll mátti gevast tíðliga undir venjing dagin fyri dystin, meðan Hallur hevur fingið trupulleikar við knæðnum, men hann vandi tó við dagin fyri dyst, men var ikki við móti Víkingi av somu orsøk. Tað er ógreitt, hvussu leingi Páll verður skaddur, meðan tað helst ikki verður so leingi til Hallur kann spæla aftur.

KÍ spælir sunnudagin á heimavølli móti 07 Vestur.

Harleyfacadeacryl