Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páll spælir ikki aftur í ár

Jákup Ósá

Toppskjúttin hjá KÍ kemur væntandi ikki aftur á vøllin hetta kappingarárið.

Toppskjúttin hjá KÍ í 2012, 2013, 2014 og 2015 – fram til skaðan móti B36 – spælir ikki meir í ár. Páll fór av vøllinum móti B36 við álvarsomum skaða eftir, at fóturin ”stóð fastur” í vøllinum. Nú hevur KÍ leikarin fingið boð um, at viðgerðin fyri skaðan ger og krevur, at hann ikki kann spæla meira hetta kappingarárið.

Páll hevur skorað 69 mál í 131 landskappingardystum fyri KÍ í bestu deildini.

Les meir um skaðan hjá Páll her