Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pallborðsfundur um Suðuroyar Sjúkrahús

Danial Viðoy

Ítróttarhøllini í Trongisvági leygarkvøldið 27. august 2016 kl. 18.00. – Evnið á Pallborðsfundinum verður føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi og leikluturin hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi í álitinum Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið.

Tíðindaskriv:

Pallborðsfundur verður í ítróttarhøllini í Trongisvági leygarkvøldið 27. august 2016 kl. 18.00.


Evnið á Pallborðsfundinum verður føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi og leikluturin hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi í álitinum Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið.

Tey, sum koma at sita við pallborðið, verða: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri Jenis av Rana, lækni og løgtingsmaður, Bjørg av Rana, jarðarmóðir.

Brøv frá barnakonum verða lisin á fundinum. Allir bý- og bygdaráðslimir í Suðuroynni eru bodnir at sita við eitt pallborð, sum kann seta teimum, sum sita við høvuðspallborðið, spurningar.

Áhoyrarar kunnu eisini seta spurningar. Fundarstjóri verður Beinta Løwe, tíðindakvinna í Kringvarpinum. 

Tøkningur verður Eyðun Ásason

Við heilsan Vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsi