Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pallborðsfundur um ung og rúsevni

Helgi Abrahamsen

Mikukvøldið klokkan 19.00 verður skipað fyri almennum pallborðsfundi í Miðlahúsinum í Vágsbotni um evnið ung og rúsevni. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, Hildur Hermansen, leiðari á Barnaheiminum, Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum og umboð fyri SSP samstarvið luttaka í pallborðinum, har tey fara at og at siga sína hugsan um, hvat gerast kann fyri hesi ungu. Eisini fer Angela Hentze, mamma at einum dreingi við rúsevnistrupulleikum, at greiða frá sínum royndum og upplivingum.

Seinastu vikurnar hevur Sosialurin skrivað um evnið ung og rúsevni í Føroyum. Tey fólkini, sum blaðið hevur tosað við vísa á, at tað er ein skuggaheimur í Føroyum, har ung enda í kriminaliteti orsaka av rúsevnum. Tey ungu selja og taka rúsevni og selja samstundis kynsligar tænastur fyri at fíggja sína misnýtslu. Kriminaliteturin í kjalarvørrinum av rúsevnismisnýtsluni er umfatandi. Spurningurin er, hvat vit sum samfelag skulu gera fyri at lofta teimum sum enda í rúsevnistrupulleikum.

Tiltakið verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni mikukvøldið klokkan 19.00 og er opið fyri almenninginum.