Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pallborðsfundurin endaði Fólkafundin 2013

Jákup Ósá

 Fitt av fólki vóru í Badmintonhøllini, tá seinasta tiltakið á Fólkafundinum 2013 var á skránni í kvøld.

Talan var um pallborðsfund, har allir politisku flokkarnir høvdu eitt umboð í part. Jørgen Niclasen, Jóhan Dahl, Aksel V. Johannesen, Kári P. Højgaard, Sámal Petur í Grund og Karsten Hansen kjakaðust, meðan Jón Brian Hvidtfeldt stýrdi orðaskiftinum. 

Millum evnini vóru eldra politikkur, fiskivinnu politikkur, hallið á fíggjarlógini og samgongu møguleikar. 

Norðlýsið tók eisini video upptøkur á fundinum, sum koma út seinni.