Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pallurin hjá Anfinn og Co., var á sjónum í kvøld

Oliver Joensen

Eitt sera frískt hugskot frá Summarfestiválinum. Í góðveðrinum í kvøld var Capella ella gamli Sildberin á Vágni pallurin fyri framúr tónleikaundirhaldi frá Summarfestiválinum 2017.

Tað er fyrstu ferð at hetta er roynt á summarfestiváli.

Og sigast má, at tað var sera væleydnað. Fyrst hoyrdu vit framúr røddina hjá Ingibjørg, síðani Anfinn og aftaná Rakul Ró. Men afturat teimum fleiri góðar røddir. Tónleikurin var framúr og ljóðið so gott, sum tað nú einaferð kundi vera undir slíkum umstøðum.

Men sigast má, at tiltakið var sera væl móttikið frá áhoyrarunum, tí trongligt var nógvastaðni á pierum grótkastum og í fjøruni og fólk hildu til “the bitter end”, sjálvt um tað bleiv eitt sindur køli undir lækkandi sólini í góðveðrinum.

Tó, hetta man ikki vera fyrstu ferð, at Vágin hevur verið pallurin fyri sangi og tónleiki, tí tað hevur mangan verið roynt áður at siga skipum farvæl á henda hátt, eins og at taka ímóti skipum. Men sum sagt fyrstu ferð í samband við ein summarfestivál og sigast má, at hetta var eitt ógvuliga væleydnað tiltak. – Væl hugsað Summarfestiválurin 2017.