Sea Shepherd hevur lovað at Pamela Anderson kemur til Føroya, at stuðla rørsluni ímóti grindadrápi. Tað nýggjast er nú, at hon kemur til landið týsdagin.
Sea Shepherd hevur lovað at Pamela Anderson kemur til Føroya, at stuðla rørsluni ímóti grindadrápi. Tað nýggjast er nú, at hon kemur til landið týsdagin.
Sea Shepherd roynir at fáa føroyingar at skilja, at tað er skeivt at drepa grind. Nú fáa teir Pamelu Anderson heim, og vóna at tað fer at hjálpa.
Hetta fer neyvan at hjálpa, tíanverri fyri teir. Tað, sum verður meira spennandi við hesum, verður at síggja vakra sprundið, ið kemur at vitja klettarnar. – Boðskapin fara føroyingar ikki at leggja so nógv í.
Fyrr hjálpti Pamela Anderson fólkum í Baywatch, nú roynir hon at hjálpa hvalum. Kanska hon leypir á sjógv við tí eyðkenda appelsingula brettinum fyri at bjarga einum grindahvali, um tað verður grind.




