Nýhugsan má til, fyri at miðbýurin í Klaksvík skal hava nokk av parkeringsplássum. At taka bøin burtur til parkeringspláss ber jú ikki til.
At gera seg inn á øki hjá Føroyar Bjór til parkering er illa hugsað.
Tað sigur bara, at býráðið ikki hevur hugsað um alternativar parkeringsloysnir. Tað kann ikki koma upp á tal at taka frá Føroya Bjór fyri at hotellið kann fáa parkeringspláss. Sjálvandi skulu vit hava eitt hotel. Ferðavinnan hevur mangla gistiingarmøguleikar í Klaksvík, og hotellið fer at geva góðar inntøkur til handilsvinnuna og aðrar fyritøkur. Ferðandi skulu eisini hava góðar møguleikar at koma á gátt hjá Føroya Bjór at smakka okkara sodavatn og øl.
Hví ikki parkeringskjallara?
Ein parkeringskjallari kann loysa knútin viðvíkjandi hotellinum. Við tí spara vit lendi og Føroya Bjór kann verða har, sum tey hava verið í 136 ár. Føroyngar eru sera óførir at bora, so hví fara vit ikki niðureftir? Tað blokerar ikki útsýn, og bilarner verða tryggir undir jørð. Vardir frá fuglalortum og stormi. Hetta er eisini bústaðarpolitikkur. Við ikki at brúka lendi til parkeringspláss hava vit pláss fyri fleiri íbúðum í Klaksvík!
Petur Asano valevni fyri Miðflokkin



