Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum tekur avstand frá skriving í Dimmalætting
———————–
tórbjørn jacobsen
———————–
Burturúr eini telefonsamrøðu í gjáramorgunin, á umleið ein hálvan minutt, hevur Liljan Weihe fingið tað merkiligu fatan, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, longu lítið meira enn fjórða dagin eftir at samgongan var skipað, hevur slept meginásini í fiskivinnupolitikkinum, niðurfeldur í samgonguskjalið, nevniliga politikkinum flokkarnir eru samdir um, at skipa ein fiskidagamarknað.
Hetta verður nú tulkað soleiðis í greinini, at Heini í Kunoy hevur skotið allar ætlanirnar um fiskivinnupolitikk samgongunnar niður og norður, har sum piparið grør. Onki er skeivari enn tað, og tað hevði verið ynskiligt, at Dimma setti fólk at skriva um hesi mál, sum bara høvdu minsta vet av innliti í, minstu hóming av, hvat tað er tey sita og viðgera. Alternativt tagt við málinum, um ongin so frægur finst.
Men, kanska var tað bara fiktiva konfliktin ímillum Heina og restina av samgonguni, sum skuldi hava ta seinastu sneiðingina, nú áðrenn síðsta luftin slapp úr hesum fjølmiðlabjølginum. Tað sum eg segði blaðkvinnuni var, at fiskivinnupolitikkur samgongunnar, júst soleiðis sum hann er orðaður í skjalinum, verður fasthildin, og at hesin hevur fyrstu raðfesting hjá undirritaða.
Tí verður ein kommisión sett niður ein av fyrstu døgunum, við einum greiðum arbeiðssetningi, sum skal koma við uppskoti um, hvussu karmarnir kring fiskivinnuna skula vera, eftir at loyvini ganga út 31. desember 2017. Annað ber ikki til, soleiðis sum lógin um vinnuligan fiskiskap er orðað nú. Tað var tað eg segði og onki annað.
At ein so høpisleys grein skuldi koma burturúr tí, ger bara tað, at ein fer at ansa sær meira, táið Dimman er í hinum endanum. Helgi á Vinnuvitan, blaðið kom eisini út ígjár, hevur í hvussu er skilt alt tað sum eg segði honum um tær ætlanir, ið liggja fyri framman í føroyskari fiskivinnu, táið tað snýr seg um ta politisku síðuna av sakini. Soleiðis eru fólk so ymisk. Og lat meg staðfesta einaferð afturat, at Tórbjørn Jacobsen ikki hevur parkerað nakran fiskidagamarkna.
Vónandi er hetta rættað so hóskiliga nú og vónandi gevur blaðstýrarin mær pláss fyri hesum rættingarstubba.




