Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Partabrævið hjá leysgangarunum hækkað aftur

Jóhann Lützen

Eitt nýtt hugtak er vorðið til: “Fólk við ávísum tilknýti til samgonguna”.

Tað hevur sum heild loyst seg sera væl fyri Sonju Jógvansdóttir at seta seg sjálva uttanfyri Javnaðarflokkin og samgonguna. Hon hevur fingið nógv av sínum ígjøgnum, fyrst og fremst málið um samkynt hjúnaband, sum teir tríggir floksformenninir ikki vildu hava hava við í samgonguskjalið. Í málinum um fakfelagsgjald vil samgongan helst sleppa undan at halda avtaluna við Sonju Jógvansdóttir, og tað hevur møguliga viðvirkað til, at hon nú leggur uppskot fram saman við andstøðuni. Uppskot sum meiriluti møguliga er fyri.

Í januar fór Kristin Michelsen so eisini úr samgongusamstarvinum, kanska tí hann hevur sæð hvussu væl tað hevur hildnast fyri Sonju Jógvansdóttir. Í mun til Sonju hevur hann enn ikki fingið nakað burturúr, men hann hevur nú sett hart ímóti hørðum og lagt trýst á við at lata vera við at skriva undir nevndarálit saman við samgonguni.

At samgonguleiðararnir ikki hava verið so glaðir fyri støðuna hjá Sonju Jógvansdóttir og  Kristini Michelsen, skilst av, at 2 ferðir hava teir roynt at víðka sær um samgonguna og harvið parkera Sonju og Kristin úti á einum síðuspori. Fyrst við Miðflokkin í november, og nú við Sjálvstýrið í mars. Báðar royndirnar eru miseydnaðar, og fiskivinnupolitikkurin er høvuðsorsøkin.

 

Bjarni Hammer aftur í tingið

Møguliga kundi Javnaðarflokkurin undir øðrum umstøðum eftirlíkað Kristini og álagt sínum limum at geva honum býráðsmeirilutan á Tvøroyri aftur. Men Bjarni Hammer situr nú aftur í tinginum, og fær Kristin meirilutan aftur, missir Bjarni Hammer hann. Tí er ilt at síggja at Javnaðarflokkurin fær gjørt nakað sum helst.

Spurningurin er eisini, hvar Bjarni Hammer stendur, nú hann ongan stuðul fekk frá sínum flokki í málinum, sum sendi hann í farloyvi. Í málinum segði advokaturin hjá honum, at fiskivinnuskipanin var orsøkin til, at málið varð reist, og nú hann er leysur av tí, er stóri spurningurin, hvar Bjarni stendur í uppskotinum um veiðigjald.

Trupulleikin tykist vera óloysiligur uttan hjálp uttanífrá, og í gjárkvøldið varð so greitt, at har ikki fer at koma nøkur hjálp uttanífrá. Hetta styrkir sum vera man nógv um støðuna hjá Sonju Jógvansdóttir og Kristini Michelsen.