Í samband við stóra ókeypis jólatiltakið Norðurjól verður partur av Biskupsstøðgøtu stongdur í kvøld.
Vegurin verður stongdur á strekkinum millum Fjósabrekku og Skúlaveg nú kl.22.00 og koyrandi verður aftur sum vant umleið kl.20 í annaðkvøld.
Norðurjól fer av bakkastokki kl.10.00 í morgin, og fjølbroytta skráin heldur fram heilt til kl.17, tá ið felagssangur verður á torginum frammanfyri Norðoya Kunningarstovu og Bókasavnið. Eftir hetta – umleið kl.18 – kemur Jólaskipið til Klaksvíkar og Ársins rósa verður latin.




