Norðlýsið hevur fingið eina fitta heilsan frá spælistovuni. MYNDIR.
Norðlýsið hevur fingið eina fitta heilsan frá spælistovuni:
“Hey!
Í gjár 15. mars hevði dagrøktin páskafest í spælistovuni.
Vit í dagrøktini gleðast um at veðri er gott og vilja ynskja várinum vælkomin.
Vit vóru eisini so heppin at fáa vitjan av páskaharuni, ið sang og dansaði saman við børnunum og bjóða teimum Mariukeks.
Eisini grillaðu vit pylsur.”




